Viðtøkur.
§1. Navn felagsins er Vágs Bóltfelag
Stovnað tann 5. juni 1905.
Heimstaður: Vágur
Stuttnevni: VB
(viðtøkur broyttar á aðalfundi Vágs Bóltfelags 24.03.1998)
§2. Stovningargrundarlag og endamál felagsins er:
Íðkan av fót- og hondbólti
§3. Felagslimir kunnu øll gerast
- Bert limir, ið eru flyltir 16 ár, hava atkvøðurætt á aðal- & eykaaðalfundi.
- Rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundi og eykaaðalfundi hevur bert tann, sum hevur goldið limagjald fyri farna árið, og sum ikki stendur í eftirstøðu
§4. Limagjald
- Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum fyri eitt ár í senn
- Limur, sum stendur í eftirstøðu við limagjaldi sínum fyri tvey ár ella meira, verður strikaður úr felagnum
- Um limur skaðar felagið við atburði sínum, hevur starvsnevndin heimild at strika hann sum lim, og kann hesin bert fáa limaskap aftur, um ein samd starvsnevnd tekur hesa avgerð.
- Tað er skulda limanna at lýða lógir felagsins, soleiðis at vinsemi, tolsemi, gott samanhald og fram um alt ítróttarhugur verður kennimerki felagsins
§5. Aðalfundur
Aðalfundurin verður hildin í februar/mars og skal starvsnevndin kunngera hendan í bløðunum í seinasta lagi 14 dagar frammanundan
§6. Aðalfundurin hevur hesa føstu dagskrá:
- Val av fundarstjóra.
- Formaðurin greið frá virki felagsins í farna ári.
- Peningarøkilin leggur fram grannskoðaðan roknskap til ummælis og góðkenningar. Peningarøkilin leggur fram fíggjrætlan fyri komandi ár.
- Innkomin uppskot
- Val av starvsnevnd og tveimum tiltakslimum
- Val av grannskoðara.
- Ásetan av limagjaldi.
- Ymiskt
§7. Val av starvsnevnd
- Val av starvsnevnd fer fram í loyndum, um fleiri enn eitt uppskot eru.
- Aðalfundurin er altíð viðtøkurførur, líkamikið hvussu fáir limir eru møttir, og er hægsti myndugleiki í øllum viðurskiftum felagsins.
§ 8 Skipan felagsins
- Fyri viðurskiftum felagsins skipa
- Aðalfundurin
- Starvsnevndin
- Aðalfundurin velur starvsnevnd soleiðis
- Formann, ið verður valdur einsæris (beinleiðis)
- Peningarøkil
- Formann í fótbóltsnevnd
- Formann í hondbóltsnevnd
- Formann í húsanevnd
- Skrivara
- Starvsnevndin umsitir dagligu leiðsluna av felagnum. Starvsnevndin ger saman við umboðsnevndunum arbeiðsbýtið millum starvsnevnd og umboðsnevndirnar. Arbeiðsbýtið verður dagført, tá tørvur er á tí. Starvsnevndralimirnir verða valdir á aðalfundi fyri 2 ár í senn, tríggir annaðhvørt ár og 3 annaðhvørt ár.
- Í starvsnevnd felagsins sita umboðsnevndarformennirnir:
- Formaður í fótbóltsnevndini
- Formaður í hondbóltsnevndini
- Formaður í Húsanevndini
- Í umboðsnevndunum skulu í minsta lagi 3 fólk sita.
- Starvsnevndin kann, um hon heldur tað vera neyðugt, seta in bráfeingis umboðsmann ella álitismann til ávís arbeiði
- Umboðsnevndarlimir verða valdir av starvsnevnd felagsins, eftir at umboðsnevndarformaðurin hevur innstillað hesar.
§ 9 Innkalling til eykaaðalfund
- Starvsnevndin kann kalla til eykaaðalfundar og skal gera tað, um minst 15 limir krevja tað, samstundis sum tað verður boðað skrivliga frá tí, ið fyrilagt verður.
- Ein eykaaðalfundur skal av starvnevndini vera kunngjørdur í seinasta lagi 3 dagar frammanundan.
§ 10 Roknskapur
Roknskaparárið er frá 01.01 - 31.12
§ 11 Mál at viðgera á aðalfundi
Mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundi, eiga skrivliga at vera fráboðað starvsnevndini í minsta lagi 8 dagar frammanundan
§ 12 Ognir felagsins
Ognir felagsins kunnu ikki veðhaldast, ei heldur kann lán upptakast uttan aðal- ella eykaaðalfundarsamtykt.
§ 13 Avgerðir felagsins
Allar avgerðir á aðal- ella eykaaðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta og skrivaðar í gerðabóks felagisn, sum ferður framløgd á næsta aðalfundi felagsins
§ 14 Avgerð um upploysn felagsins
Avgerð um upploysing felagsins kann bert fremjast á aðalfundi, sum er kunngjørdur til hetta sama endamál við 14 daga ávaring. Slíkur fundur er bert viðtøkuførur, tá helvt av felagslimunum møta. Upploysing kann tó bert framjast um 3/4 av møttu limunum eru fyri hesum
§ 15 Um felagið verður upployst
Um felagið verður upployst, skal tað, ið felagið eigur, eftir at hava staðið á eini serbankakonto í 10 ár, falla til frama fyri ítróttin í Vági.
Verður felagið uppafturtikið innanfyri tey 10 árini, skal tað, sum stendur á hesi bankabók, falla aftur til felagið.