Hátíðarhald VB 50 ár.
Skriva til 50 ára veitslu VB´s 5. juni 1955.
Av tí, at so lítið er niðurskriva, verður tað heldur torført at geva eina fullfíggjaða frágreiðing av søgu felagsins. Tó finna vit nakað skrivað, m.a. nær felagið er stovnað o.a.
Ári 1905, 5. juni, komu unglingar saman í klubbanum í Vági til fund. Fleiri av hesum unglingunum høvdu verið uttanlanda og har sæð menn íðkað ymiskan ítrótt. Allir vóru tá á einum máli um, at fótbólturin hevði teirra størsta hug, kanska kom hetta av, at í 1892 høvdu Tvøroyrarmenn og í 1904, Havnarmenn og Klakksvíkingar longu stovnað bóltfeløg.
Úrslitið av hesum fundi bleiv so at hesir unglingar stovnaðu “ Vaag Sportsforening” og verða vit at rokna henda fund fyri stovningarfund V.B.s.
Teir, ið stovnaðu felagið vóru hesir menn:
Daniel Thomsen
Magnus P. Jacobsen
Napoleon Jacobsen
Peter Dahl
Magnus Dahl
Jógvan Dahl
Jesper A. Hjelm
Hans Jacob Hjelm (B)
Daniel Jacob Vilhelm
Aleksander Vilhelm
Niels Peter Midjord
Joen Frederik Christiansen
Niels Pauli Olsen
Joen Jacob Magnussen
Peter Nolsøe
Johan Nolsøe
Hans Nolsøe
Daniel Danielsen
Niels Peter Strøm
Jens Christian Skaalum
Fyrsta stjórn:
Daniel Thomsen, formaður
Peter Dahl, Næstformaður
Magnus P. Jacobsen, kassameistari
“Vaag Sportsforening” varð seinni broytt til “Vaag Boldklub” og í 1925 til “Vág Bóltfelag”.
Leikvøllur var eingin tá, og varð tí spælt á sandinum ella úti á Fløðuni. Hetta dámdi lítið ognarmonnum, tó fingu teir loyvi at spæla í mong ár á “Sandinum”, har mangir dystir fóru framm.
2. november í 1924 fór so VB undir at gera fótbóltsvøll vesturi á Eiði, og í 1948 gera teir eisini hondbóltsvøll har vesturi. Í dag hevur so VB góðan fót- og hondbóltsvøll. Tó restar nógv enn, men vónandi liggur tað ikki so langt burturi. VB hevur fingið útarbeitt eina “Stadionætlan” og verður hetta at fara undir sum skjótast. Henda “Stadionætlan” er til skjals her í kvøld og kann ein og hvør, sum hevur hug, síggja hana.
8. juni 1910 fær felagið sær fótbóltsbúna, hetta vóru bláar troyggjur við einum gulum bólti í bringuni, og í bóltinum stóð: V.S. Bíligt var tá í tíðini, bert 2,75 kr stykkið.
2. juni 1925 fær so VB tann búna, tað nú nýtir, reyðar og bláar troyggjur og hvítar buksur.
12. juni 1910 spæla TB og VB fyrstu ferð á “Sandinum” í Vági. 24. juni 1926 spæla Havnarmenn fyrstu ferð í Vági. 24. juli 1927 spælir VB fyrstu ferð í Havn og 13. juli 1930 fyrstu ferð í Klakksvík. KÍ spælir sín fyrsta dyst í Vági 8. juni 1930. 18. august 1929 spæla Hetlendingar í Vági og vinnur VB 3-1.
Ikki kunnu vit siga, at tað altíð hevur gingið væl hjá VB. Hetta kemur av, at mesti parturin av okkara ungfólki leitar burtur á sjógvin mesta partin av árinum. Tó hevur tað ikki altíð verið heilt burtur úr lagi. Til dømis hava vit haft fleiri spælarar á landsliði Føroya, bæði í Hetlandi og í Íslandi.
Líkaleiðis hava hondbóltslið VB verið Føroyameistarar og fleiri ferð leikað seg í finaluna. Hetta hevur eisini fótbóltslið VB gjørt.
Tá ið vit í dag hátíðarhalda fimtiáradag VB, kunnu vit ikki gera annað enn við takksemi minnast teir menn, sum birtu í felagið, teir liggja nógvir av teimum undir grønu torvu nú; tó eiga vit enn nakrar millum okkum, og vilja teir frá hesum degi vera heiðurslimir VB. Ein takkskylda, sum hvør felagslimur eigur at geva teimum.
“Vág Bóltfelag” bjóðar hervið øllum gestum sínum at vera vælkomnir til hátíðarhaldið í dag, vínandi fáa vit øll eina hátíðarveitslu, hvar bert góð minni verða at taka heim við til húsa.
Peter Nolsøe, formaður
Napoleon Mortensen, næstformaður
Carl Mortensen, kassameistari
John Mikkelsen, skrivari
Henry Hansen, form. fótbóltsdeildarinnar
Jaspur Tausen, form. hondbóltsdeildarinnar
Karin J. Jacobsen, form. hondbóltsd. Kvinnurnar.